Nýggjur sølustjóri í Magn

Nýggjur sølustjóri í Magn
Julian Johansen er 33 ára gamal, og hevur bæði fjølbroyttar og drúgvar sølu- og leiðsluroyndir
Julian Johansen er nýggjur sølustjóri í Magn.
 
17.07.2023 - 14:59

Julian Johansen er settur sum sølustjóri í orkufelagnum Magn.

Julian er 33 ára gamal, og hevur bæði fjølbroyttar og drúgvar sølu- og leiðsluroyndir, verður sagt. 

Hann hevði verið søluleiðari í LM Electric í átta ár, tá hann saman við øðrum stovnaði heilsøluna NORT fyri skjótt tveimum árum síðan.

Julian er kanska best kendur sum hondbóltsvenjari, har hann saman við Mark Marcher hevur stýrt úrmælingunum á U21-landsliðnum, umframt at hann er hjálparvenjari á manslandsliðnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011