Varðhaldsfongslaðir fyri at misnýta børn á netinum

Varðhaldsfongslaðir fyri at misnýta børn á netinum
Annar av teimum varðhaldsfongslaðu er eisini skuldsettur fyri at hava havt samlegu við eitt av børnunum, sum tá var yngri enn 15 ár
Politiið hevur illgruna um, at fleiri føroyskir groomarar eru á netinum, og politiið arbeiðir við at eyðmerkja teir. (Savnsmynd)
 
18.07.2023 - 11:14

Tveir menn eru framvegis varðhaldsfongslaðir í einum máli um kynsliga misnýtslu móti børnum á netinum, upplýsir politiið í dag. 

Upprunaliga vóru tríggir menn tiknir, men tann eini er latin leysur.

Hinir báðir eru varðhaldsfongslaðir í fýra vikur hvør.

Annar av teimum varðhaldsfongslaðu er eisini skuldsettur fyri at hava havt samlegu við eitt av børnunum, sum tá var yngri enn 15 ár.

 

Blúnisbrot

Teir handtiknu eru m.a. skuldsettir fyri brot á revslógina við at hava framt blúnisbrot móti børnunum, og at hava í varðveitslu og at deila pornografiskar myndir og filmsbrot av børnunum.

Kanningararbeiðið hjá politinum hevur ført fram til børnini, sum hava verið fyri grooming.

Groomari er ein barnalokkari.

Groomingin hevur síðani ført til kynsliga misnýtslu á netinum og samlegu við barn undir 15 ár.

 

Royna at eyðmerkja fleiri Politiið hevur illgruna um, at fleiri føroyskir groomarar eru á netinum, og politiið arbeiðir við at eyðmerkja teir. Kanningararbeiðið hevur eisini ført til eyðmerking av tveimum donskum groomarum, sum hava groomað fleiri donsk og føroysk børn.

Hesi mál eru send til Danmarkar til nærri kanningar, sigur politiið.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 12.20.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928