Eykajáttan til umvælingar og at kanna ridluskriða

Eykajáttan til umvælingar og at kanna ridluskriða
Nú er klárt at halda fram at umvæla ellis- og røktarheimið í Vágum og kanna ílegurnar hjá 1200 seyðum í Norðstreymi fyri ridluskriða.
Bráðneyðugar umvælingar kunnu nú gerast á ellis- og røktarheiminum í Vágum
 
28.09.2013 - 11:46

Løgtingið samtykti hósdagin at játta hálva aðru millión til bráðneyðugar umvælingar á Sýnini í Vágum og 879.000 kr. til genkanningarnar, tá tey fara á fjall í Leynum og grannahøgunum. Løgtingið veik frá tíðarfreistunum, so allar tríggjar viðgerðir vóru hósdagin. Og í gjár varð lógin lýst.

Vinnumálaráðið ætlar saman við Fiskimálaráðnum og Búnaðargrunninum at gera eina ætlan um at kanna ílegur hjá seyði í øllum landinum.

Umvælingin hevur skund

Umvælingar á Sýnini hava skund, og tí ber illa til at bíða eftir heimildarlógini, verklagslógini, um høvuðsumvæling og heldur ikki eftir semju millum kommunurnar og Almannamálaráðið um umvælingina. Ellis- og røktarheimið í Vágum eigur fýra milliónir krónur í fíggjarlógini fyri 2013 til umvælingar.

Fíggjarnevndin heldur fast um, at avtala eigur at verða gjørd kommunurnar og Almannamálaráðið, og at tann hálva onnur milliónin, sum nú er játtað, verður við í landsins parti í heildarætlanini. Tað fer at kosta góðar 30 mió. kr. at umvæla ellis- og røktarheimið í Vágum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040