Dómarin: Skiparin hevði fingið gilduga innkalling at møta

Dómarin: Skiparin hevði fingið gilduga innkalling at møta
Avgerðin ber í sær, at viðgerðin av rættarmálinum móti skiparanum á John Paul de Joria kann byrja
Skiparina John Paul de Joria møtti ikki í rættinum, tí hann hevði ikki fingið innkalling at møta, sigur verjin. Men hesum hevur dómarin víst aftur.
 
20.07.2023 - 14:33

Skiparin, John Paul de Joria, møtti ikki í Føroya Rætti klokkan eitt í dag.

Men hann hevði fingið gilduga innkalling at møta í rættinum.

Tað staðfesti dómarin fyri løtu síðani.

Hetta merkir samstundis, at viðgerðin av sjálvum málinum kann byrja.

 

Katrin Thorsvig er ákæri.

 

Verjin: Hevði eingi boð fingið

Tá rættarfundurin byrjaði klokkan eitt, var skiparin, Daniel Binyon, ikki møttur, og verji hansara, Bjørn á Heygum, segði, at hann hevði ikki fingið boðini um at møta.

Katrin Thorsvig Hansen, ákæri, segði hinvegin, at skiparin við vilja hevur roynt at sleppa sær undan at taka ímóti boðunum.

Katrin Thorsvig Hansen segði við Kringvarpið fyrrapartin, at politiið var hjá skipinum fríggjadagin, og at roynt var á ymsan hátt at geva skiparanum innkalling til rættarfundin í dag.

 

Bjørn á Heygum er verji.

 

Brotið forboðið tríggjar ferðir

Nú, tað er staðfest, at skiparin hevur fingið gilduga innkalling, fer rætturin undir at viðgera málið móti honum.

Skipið hevur tríggjar ferðir brotið forboðið, sum varð sett skipinum at sigla innum 12 fjórðinga markið. 

Harumframt hevur manningin ikki givið seg undir innferðareftirlit í sambandi við, at tað sigldi inn í føroyskt øki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523