Russiska virksemið flutt í altjóða sjógv

Russiska virksemið flutt í altjóða sjógv
Russar hava sama virksemi um okkara leiðir sum áðrenn herdu revsitiltøkini komu í gildi. Men nú verður umskipað og bunkrað í altjóða sjógvi.
25.07.2023 - 19:30

Í smáar tvær vikur hava føroyskar havnir verið stongdar fyri øllum vrksemi hjá russiskum skipum, sum ikki beinleiðis eru fevnd av fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland. Herdu revsitiltøkini móti Russlandi komu í gildi 12. juli, og russar hava longu lagað seg eftir tí. Russisku fiskiskipini umskipa sína veiðu til farmaskip, sum taka ímóti fiskinum á opnum havi í altjóða sjógvi.

Oljan - bæði til russisku fiskiskipini og farmaskipini, sum taka ímóti teirra veiðu - kemur nú í høvuðsheitum við tangaskipum úr Norra.

Við framkomnu dataskipanini FishFacts ber til at síggja alt virksemið hjá russiskum skipum, eisini aftur í tíð.

-Mynstrið er heilt greitt broytt, síðani revsutiltøkini komu í gildi. Tað, sum fyrr varð gjørt í føroyskari havn, verður nú gjørt í altjóða sjógvi, staðfestir Óli Samró, stjóri í FishFacts.

Nú gera russisku skipini aftur tað, sum tey gjørdu, áðrenn londini samdust um at skipa viðurskiftini og fáa virksemið til lands, heldur enn at umskipa og bunkra á opnum havi.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435