Hallið ikki burtur í 2016

Hallið ikki burtur í 2016
Landsstýrið hevur uppgivið at hava yvirskot á fíggjarlógini í 2016. Tað ásannaði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, tá hann legði fíggjarlógina fyri 2014 fram.
 
30.09.2013 - 10:17

"Hallið á fíggjarlógini skal vera burtur í 2016." Tað hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, endurtikið óteljandi ferðrir - inntil í morgun, tá hann legði fríggjarlógina fyri 2014. Nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð, tí í fíggjarlógini fyri 2014 vísa framskrivingar, at fíggjarlógin fyri 2016 fer at hava 75 milliónir krónur í halli. 

Spurdur beinleiðis, um landsstýrið hevur slept ætlanini um, at hallið á fíggjarlógini skal vera burtur í 2016, svaraði Jørgen Niclasen ja. Men hann vónar, at búskaparvøkstur fer at dekka hallið, men sum tølini síggja út í dag, so fer tað ikki at eydnast at fáa hallið á fíggjarlógini burtur í 2016.

Annars er hallið á fíggjarlógini fyri 2014 250 milliónir krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329