Fimm mánaðar fongsulsrevsing fyri at smugla hassj

Fimm mánaðar fongsulsrevsing fyri at smugla hassj
Ein 49 ára gomul kvinna var í Føroya Rætti í dag dømd fimm mánaðar fongsulsreving fyri at hava smuglað 2 kilo og 74 gramm av hassji til Føroya. Hon er eisini víst av landinum
Hassjið var goymt í einum koyristóli
Mynd: Shutterstock.com  
 
31.07.2023 - 17:11

Tað var sunnukvøldið 2. juli, at hundarnir hjá tollvaldinum fingu illgruna til kvinnunan, tá ið hon kom við flogfari til Føroya.

Kvinnan sat í koyristóli.

Tá ið tollararnir kannaðu stólin nærri, funnu teir yvir tvey kilo av hassji í stólinum.

Seinni vísti tað seg, at kvinnan kundi ganga.

Kvinnan var í grundlógaravhoyring varðhaldsfonglað í fýra vikur. Hald var eisini lagt á koyristólin. 

 

Italskt og dominikanst pass

Kvinnan hevði italskt og dominikanskt pass. 

Ákærin heldur ikki, at kvinnan hevur verið í Føroyum áður.

Ákærin heldur, at hassji skuldi seljast í Føroyum, men ákæruvaldið veit tó ikki, um møguliga onnur fólk vóru við í ætlanini.

49 ára gamla kvinnan var í Føroya Rætti í dag dømd fimm mánaðar fongsulsreving fyri at hava smuglað 2 kilo og 74 gramm av hassji til Føroya.

Hon er eisini víst út úr landinum, og hevur fingið sýtt innferðarloyvi til Føroya í fimm ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928