Rasmus Paludan: "Her í Føroyum er trygt og gott at halda summarfrí"

Rasmus Paludan: "Her í Føroyum er trygt og gott at halda summarfrí"
VIDEO: Ein tann mest umrøddi persónur í norðurlondum í løtuni, víðgongdi islamkritikarin Rasmus Paludan, er í Føroyum og heldur summarfrí. Í morgun vitjaði hann Summarmorgun.
Svend Danielsen
Rasmus Paludan er í løtuni í Føroyum og heldur summarfrí
07.08.2023 - 11:48

Rasmus Paludan ætlar sær ikki at brenna nakra koran hesar dagarnar, hann heldur summarfrí í Føroyum.

Tað lovaði hann í samrøðu við Summarmorgun. Hann er bert komin til Føroya at halda summarfrí og annars práta við fólk. Bæði tey, hann er samdur við, og ósamdur við.

Sågar var hann ikki meir enn komin í land við Norrønu seint sunnukvøldið, so stevndi hann beina leið oman í Vágsbotn at vitja barrina Sirkus at tosa við føroyingar.

"Denne lov gælder kun for Færøerne"

Men skuldi Rasmus Paludan kortini fingið tað hugskotið at brenna koranina - eins og hann hevur gjørt í bæði Danmark og Svøríki - so er spurningurin um, hann hevði fingið eina bót.

Tí meðan danir og sviar umhugsa at gerða lógarverkið, so koranbrenning gerst ólóglig, so er grein 140 í revsilógini  - sonevnda blasfemilógin - framvegis galdandi í Føroyum.

Í 2017, tá danir strikaðu blasfemilógina, var ein maður úr Norðurjútlandi skuldsettur fyri brot á júst blasfemilógina í sambandi við at hann brendi eina koran.

Men tann skuldsetingin hvarv  tá blasfemilógin varð strikað úr donsku revsilógini. Harvið fekst ongantíð greiða yvir, um tað er í stríð við blasfemilógina at brenna koranir.

Umstríddur persónur

Rasmus Paludan er nógv umstríddur í løtuni. Hann er óbeinleiðis orsøkin til, at danir og sviar umhugsa at broyta lógarverkið í eini roynd at forða fyri einari nýggjari Muhammed-kreppu.

Trygdartilbúgvingarnar í bæði Danmark og Svøríki eru hækkaðar seinastu tíðina, nú koranbrenningarnar hjá Rasmusi Paludan og øðrum eru endaðar sum eitt stór politiskt mál, eitt nú í sambandi við svenska NATO-limaskapin. 

Hvussu tað hevur ávirkað trygdartilbúgvingina í Føroyum, at høvuðspersónurin vitjar í landinum beint nú, er ikki greitt. 

Men greitt er, at í morgun var Rasmus Paludan, sum er stovnari av flokkinum Stram Kurs, men annars er løgfrøðingur av útbúgving, á vitjan í Summarmorgni. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360