Hægsta vatnstøða í Noregi í hálva øld

Hægsta vatnstøða í Noregi í hálva øld
Hóast ringa veðrið, við nógvum avfalli, er av á hesum sinni í Noregi, fer vatnstøðan framvegis at hækka í áum og áarløkum, ávarar norski forsætisráðharrin
Í gjár floymdi vatn inn í norska býin Braskereidfoss, sum liggur góðar 160 kilometrar frá høvuðsstaðnum Oslo, tá ein byrging rapaði.
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
10.08.2023 - 08:00

- Vit hava hægstu vatnstøðu í 50 ár ella meira. Vatnið skal burtur av vegunum, og tí fer vatnstøðan at hækka í áum, segði Jonas Gahr Støre, norskur forsætisráðharri, á tíðindafundi í gjárkvøldið. 

Sambært norska forsætisráðharranum, verða tveir teir komandi dagarnir krevjandi og eyka tilbúgving verður sett inn til hart raktu økini, eitt nú verða fleiri tyrlur tøkar.

 

Byrging rapaði

Í gjár floymdi vatn inn í norska býin Braskereidfoss, sum liggur góðar 160 kilometrar frá høvuðsstaðnum Oslo, tá ein byrging rapaði.

- Tað er stór náttúrurstyrki, sum ger um seg í hesum døgum. Vit í Noregi liva vanliga tætt at náttúruni, men tað er ørkymlandi, tá hús, lív og heilsa hjá fólki verða hótt av náttúruni, segði norski tilbúgvingarráðharrin í samband við vatnflóðina. 

Tað er í løtuni óvist, hvat fer at henda við oyðiløgdu byrgingini, skrivar Danmarks Radio. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011