Sandá og ósin skulu vera rein

Sandá og ósin skulu vera rein
- Síðst í august fáa vit úrslitini av umfatandi kanningum, og tá hava vit eina loysn fyri dálkingina í Sandá, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri
Heðin Mortensen, borgarstjór, lovar, at Sandá verður rein
17.08.2023 - 22:00

Síðani 23. juni hevur Tórshavnar Kommuna mælt fólki frá at baða í Sandá og í ósanum í Sandágerði.

Umhvørvisdeildin í kommununi hevur hetta tíðarskeiðið roynt at finna útav, hvar kolibakteriurnar stava frá. 

Úrslitið av kanningunum verður klárt síðst í august mánað, sigur borgarstjórin, sum við støði í kanningarúrslitunum vil finna eina loysn fyri økið.

- Vit skulu virða tað virksemi, sum er fram við Sandá, heilt niðan í Havnardal. Men vit skulu eisini tryggja reint vatn niðri í ánni og í ósanum, soleiðis at fólk kunnu njóta hesi fríøki, sigur Heðin Mortensen.

Borgarstjórin væntar, at loysnin verður at seta upp eitt reinsiverk. 

- Skeltið, sum mælir fólki frá ta baða í ánni og ósanum, skal ikki vera ein afturvendandi sjón, lovar Heðin Mortensen. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435