Vilja bora fleiri tunlar

Vilja bora fleiri tunlar
Páll á Reynatúgvu og Hendrik Old vilja bora tunnil til Gjáar, Famiens, Dals og Tjørnuvíkar
 
01.10.2013 - 08:40

Løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu og Hendrik Old, vilja hava løgtingið at heita á landsstýrið, um at fara undir at fyrireika at gera tunnil til Dals, Fámjin, Gjáar og Tjørnuvíkar.

Tað gera teir í einum uppskoti til samtyktar, sum varð lagt fyri tingið í gjár.

Teir vísa á, at fyri at menna samferðslukervið, var í mong ár eitt vælvirkandi borilið hjá Landsverki, sum hevði til uppgávu at gera tunlar til mest fjarskotnu bygdirnar í Føroyum.

Seinasti tunnilin sum varð gjørdur á tann hátt, var Gásadalstunnilin.

Boriliðið varð eitt beinleiðis úrslit av grundhugburðinum aftanfyri gamla Landsverkfrøðingsstovnin, har aðalmálið var at binda bygdir saman, og at gera nøktandi farleiðir til øll búpláss í landinum.

Teir vísa á, at neyðugt er at fáa ein borivogn til vega, og teir halda tað vera hóskandi at seta 15 miljónir kr. av um árið at bora fyri.

Hendrik Old og Páll á Reynatúgvu mæla til at arbeiðið verður raðfest í eini tíðarfestari ætlan, so tey sum framvegis búgva í teimum fýra bygdunum, fáa eina grundaða vón um betri farleið í framtíðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andaktin
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364