Meirilutin í býráðnum slitnaður

Meirilutin í býráðnum slitnaður
Jónleyg Bech, sum var vald á Felagslistanum á kommunuvalinum á Tvøroyri, hevur tikið seg úr meirilutanum
Meirilutin í Tvøroyrar býráð er slitnaður. (Savnsmynd)
 
30.08.2023 - 13:24

Meirilutin í býráðnum á Tvøroyri er slitnaður. 

Tað veit Dimmalætting at siga í dag.

Jónleyg Bech, býrráðslimur, hevur tikið seg úr meirilutanum í býráðnum, váttar hon fyri Dimmalætting.

Hon var uppstillað fyri Felagslistan við Kristini Michelsen, borgarstjóra, á odda. 

Felagslistin fekk fýra býráðslimir, og sostatt fekk listin meiriluta einsamallur.

Umframt Kristin Michelsen vóru Anita Vibergsdóttir, Alvi Mortensen og Jónleyg Bech vald í býráðið fyri Felagslistan.

Tey fýra hava sostatt sitið í meiriluta í býráðnum. Javnaðarflokkurin, sum fekk tríggjar býráðslimir, hevur verið í minniluta. 

Kringvarpið hevur roynt at fáa viðmerkingar frá Jónleyg Bech og Kristini Michlesen, borgarstjóra, men tað hevur ikki eydnast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083