Føroya stuttligasti festivalur fer av bakkastokki í dag

Føroya stuttligasti festivalur fer av bakkastokki í dag
Fyrsti tónleikafestivalurin fyri menningartarnað her á landi verður í dag í Løkshøll, og fyriskipararnir lova gestunum Føroya stuttligasta festival
Ráclip
Tað eru tey á Stíggjum í Saltangará, ið skipa fyri Føroya fyrsta festivali fyri menningartarnað í Løkshøll í Runavík í dag
01.09.2023 - 08:47

Verkhúsið Stíggjur í Saltangará verður 30 ár í ár, og tí hildu tey í Síggjum, at tað skuldi feirast við at skipa fyri Føroya fyrsta tónleikafestivali fyri menningartarnað. 

Eydnufestivalurin eitur festivalurin, og tað eru tey í Síggjum, ið sjálvi hava funnið upp á navnið.

Og tað eru eisini tey á Stíggjum, ið hava sína dagligu gongd í Verkhúsinum Stíggjur, sum eru komin við ynskjum um, hvør skal spæla á fyrsta Eydnufestivalinum. 

Talan er um ein gamlan dreym, ið nú gongur út, skriva fyriskipararnir í tíðindaskrivinum. 

Umframt hópin av tónleikaframførslum, so verður eisini skipað fyri ókeypis andlitsmáling, søguløtu við Ásbirni Berthelsen og ókeypis ballónskapi og Air brush tattoveringum. 

Vertur verður Tórður Mikkelsen, og festivalurin byrjar klokkan 14.45, tá landsstýriskvinnan í mentamálum, Sirið Stenberg, setur festivalin. 


>>Summarmorgun var og vitjaði í Stíggjum, fyri at frætta meira um Eydnufestivalin. Innslagið kann hoyrast her. 

 

Skráin fyri Eydnufestivalin

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132