Vinnumálaráðið vónar at farið verður at leita eftir olju á Rosebank

Vinnumálaráðið vónar at farið verður at leita eftir olju á Rosebank
Tvøroyrar kommuna sigur, at oljuvirksemi eystan fyri Føroyar kann brúka tænastur, eitt nú á Tvøroyri
Ætlanin er at leita eftir olju á Rosebank, sum liggur tætt upp at føroyska markinum (Savnsmynd)
 
21.08.2026 - 18:00

Í Bretlandi hevur hoyring verið um eina møguliga oljuleiting á Rosebank, sum liggur tætt við føroyska markið.

Hvørki Vinnumálaráðið ella Jarðfeingi hava sent bretskum myndugleikum hoyringarsvar. 

Men Tvøroyrar kommuna og Tvøroyrar havn sendu bretum hoyringarsvar mánadagin, har mælt verður til at góðkenna oljuleiting á Rosebank, skrivar Portalurin. 

Í svarinum verður víst á, at oljuvirksemi eystan fyri Føroyar fer at kunna gera brúk av tænastum, eitt nú á Tvøroyri, sum er næsta havnin til oljuleiðirnar á Atlantsmótinum.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at einki hoyringarsvar er farið úr Vinnumálaráðnum, men føroyska støðan er, at tað eigur at verða farið undir oljuleiting á Rosebank sum skjótast, tí tað kann eisini fáa týdning fyri føroyska oljuleiting í framtíðini.

Sjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe, sigur, at tey hava javnan samband við bretskar myndugleikar, sum vita, hvat føroyska støðan er.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21082026_Rosebank

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595