Kriminalforsorgin kannar øki at byggja fongsul á

Kriminalforsorgin kannar øki at byggja fongsul á
Níggju kommunur hava boðið seg fram at hýsa nýggja fongslinum, sum eftir ætlan skal verða liðugt í 2029
Nýggja fongslið skal loysa varðhaldið í Mjørkadali av, har fólk, sum hava fingið minni enn 18 mánaða fongsul, sita. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
05.09.2023 - 18:01

Í heyst koma umboð fyri donsku kriminalforsorgina til Føroya at síggja økini, sum eru boðin fram at byggja fongsul á.

Vitjað verður í øllum níggju kommununum, sum hava sent inn uppskot. Ávís krøv eru til økið, eitt nú fermetratal og atgongd til almennan veg.

Landsstýrið ætlar at vera við í allari tilgongdini, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum:

 

Bjarni_1_um_fongsul
 

Fongslið skal loysa varðhaldið í Mjørkadali av, har fólk, sum hava fingið minni enn 18 mánaða fongsul, sita.

Hini skulu til Danmarkar at sita dómin. 

Í nýggja fongslinum verða bæði viðgerðartilboð og útbúgvingartilboð til fangarnar, so at teir fáa góða tilgongd út í samfelagið aftur. Landsstýrið varðar av hesum partinum.

 

Bjarni_2_um_fongsul

 

Bjarni Kárason Petersen er landsstýrismaður í lógarmálum. 


Níggju kommunur hava boðið seg fram at hýsa fongslinum, sum skal byggjast í Føroyum.

Tær eru Tvøroyrar kommuna, Eiðis kommuna, Kvívíkar kommuna, Tórshavnar kommuna, Sunda kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Vága kommuna, Nes kommuna og Eysturkommuna. 

Fongslið skal eftir ætlan vera liðugt í 2029. Ætlanin er, at allir føroyingar skulu kunna sita sín dóm í Føroyum, tá fongslið er liðugt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098