Fær einki endurgjald fyri at sita varðhaldsfongslaður

Fær einki endurgjald fyri at sita varðhaldsfongslaður
Dómurin í Føroya rætti var alt fyri eitt skotin inn fyri landsrættin
Maðurin var í varðhaldi í eitt ár, skuldsettur fyri at smugla knappliga eitt kilo av amfetamini til Føroya. (Savnsmynd)
 
06.09.2023 - 10:54

Dómurin hjá Føroya rætti í málinum um endurgjald fyri varðhaldsfongsling var alt fyri eitt kærdur til Eystara landsrætt.

Føroya rættur segði í gjár, at grundarlag er ikki fyri at lata endurgjald.

Kravið var 805.363 kr., millum annað hálv millión í mistari arbeiðsinntøku.

Maðurin var í varðhaldi í eitt ár, skuldsettur fyri at smugla knappliga eitt kilo av amfetamini til Føroya.

Men maðurin, sum er dani, var frídømdur í nevningatingi í Føroya rætti fyri góðum tveimum árum síðani.

 

Vístu kravinum aftur

Bæði statsadvokaturin og ríkisadvokaturin vístu kravinum aftur.

Og tað hevur Føroya rættur nú staðfest.

Endurgjald verður ikki latið, um tann, sum krevur endurgjaldið, sjálv ella sjálvur er atvoldin til, at rætturin dømdi varðhaldsfongsling.

Tað er, um varðhaldsfongslingin var "selvforskyldt", sum skrivað stendur, sjálvgjørd.

Føroya rættur gav heldur ikki advokatinum hjá manninum viðhald í kravi hennara um samsýning.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928