Fleiri útlendingar til Føroya at arbeiða

Fleiri útlendingar til Føroya at arbeiða
Tað er neyðugt nú so nógvir føroyskir handverkarar arbeiða í øðrum londum
 
02.10.2013 - 10:18

Í staðin fyri at royna at fáa føroyskar handverkarar at arbeiða í Føroyum í staðin fyri í Norra, ætlar landsstýrið at fáa útlendskar handverkarar og aðra arbeiðsmegi til Føroya at arbeiða.

Tað varð staðfest í politiska orðaskiftinum í Sjónvarpinum í gjárkvøldið.

Nógvir føroyskir handverkarar arbeiða í Norra og gjalda skatt har. 

Men í staðin fyri at royna at fáa hesi fólk aftur til Føroya at arbeiða, fer landsstýrið at leggja seg eftir at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða og gjalda skatt her. 

Tað søgdu báðir landsstýrismenninir, sum vóru við í orðaskiftinum í gjárkvøldið, Jørgen Niclasen og Johan Dahl.

Millum annað er ætlanin at hækka markið í arbeiðsloysinum, sum forðar ES-borgarum at fáa arbeiði í Føroyum.

Tá arbeiðsloysið á heysti í 2009 fór upp um hálvt fjórða prosent, fór lógin, sum gav ES-borgarum serlig rættindi til at arbeiða í Føroyum, úr gildi.

Lógin um serligu rættindini hjá ES-borgarum kom í gildi 1.juli í 2008 og fór úr gildi aftur fyribils 27.november í 2009.

Hon er ikki komin í gildi aftur enn, tí arbeiðsloysið er framvegis oman fyri 3,5 prosent.

Tí í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at reglurnar um ES-ríkisborgarar bara virkar, tá serligur tørvur er á arbeiðsmegi í Føroyum.

Og tað er, tá lítið arbeiðsloysi er í Føroyum.

Landsstýrið ætlar at hækka markið úr 3,5 eini trý ella fýra prosentstig.

Ein slík broyting skal eisini góðkennast í Danmark, tí útlendingamálini eru framvegis donsk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andaktin
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364