Semingsroyndin heldur fram

Semingsroyndin heldur fram
Semingsmenninir hava nú roynt semju millum Lønardeildina og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í eitt samdøgur
Hesir tríggir royna semju í sáttmálartrætuni millum Lønardeildina og sjúkrarøktarfrøðingarnar. Frá vinstru: Terje Sigurðsson, Fróði Sivertsen og Símun Absalonsen.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.09.2023 - 12:53

- Tað gongur sína gongd. 

Tað segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, í gjár, og tað sigur hann aftur í dag, nú semingsroyndin í sáttmálatrætuni millum Lønardeildina og sjúkrarøktarfrøðingarnar hevur vart í eitt samdøgur.

Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeidin hjá Fíggjarmálaráðnum sendu boð eftir Semingsstovninum 24.august.

Tað eydnaðist teimum ikki at semjast um nýggjan sáttmála tá fyri tann, sum fór úr gildi á nýggjárinum.

Terje Sigurðsson vildi fyrrapartin ikki gera fleiri viðmerkingar til Kringvarpið, tí onki nýtt er at frætta, sigur hann.

 

Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847