Innbúgvið til løgtingið kostar slakar 400.000 kr.

Innbúgvið til løgtingið kostar slakar 400.000 kr.
Løgtingið skal flyta úr Gamla apoteki  í bygningin við Tinghúsvegin
Løgtingið skal hava 43 skrivstovupláss í bygninginum hjá Havnar arbeiðarafelag.
 
14.09.2023 - 08:14

Innbúgvið til skrivstovurnar hjá løgtinginum við Tinghúsvegin 5, í bygninginum hjá Havnar arbeiðarafelag, kostar slakar 400.000 kr. 

75, sum er smápartafelag hjá Heina Weihe, vann útboðið.

Tilboðsprísurin er  398.777 kr. uttan meirvirðisgjald.

Sjey onnur tilboð komu.

 

43 skrivstovupláss

Løgtingið skal brúka skriviborð, stólar, skáp og hillar til 43 skrivstovupláss.

Løgtingið skal flyta úr Gamla apoteki  í bygningin við Tinghúsvegin.

Prísurin skuldi vekta 50 prosent og góðska og snið 50 prosent í tilboðunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717