260 milliónir til gransking, menning og nýskapan í níggju ár

260 milliónir til gransking, menning og nýskapan í níggju ár
Granskingarráðið hevur latið stuðul til 100 verkætlanir árini 2015 til 2023
Játtanin til gransking skal hækkast so líðandi, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður. (Savnsmynd)
 
18.09.2023 - 08:21

Slakar 260 mió.kr. hava verið á fíggjarlógini til almennar stuðulsskipanir til gransking, menning og nýskapan árini 2015 til 2023.

Granskingarráðið  hevur fingið 68,1 mió.kr., fiskivinnuroyndir 50 mió.kr., Vinnuframi 28,9  mió.kr, orkuverkætlanir 3,6 mió.kr., og játtanin til Horizon Europe er 108,7 mió.kr. 

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann, sum spurdi um landskassans útreiðslur til gransking, mennning og nýskapan.

Granskingarráðið hevur latið stuðul til 100 verkætlanir frá 2015 til 2023.

 

Johan Dahl, løgtingsmaður, spurdi landsstýrismannin um gransking. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Meira gransking, menning og nýskapan

Landsstýrismaðurin sigur, at ætlanin er at økja um granskingina í náttúru, KT, námsfrøði og skúla.  

Eisini skal ein langtíðarætlan gerast um gransking, menning og nýskapan, sigur hann í svarinum.

Játtanin til gransking skal hækkast so líðandi, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.

Hann vísir á, at Fróðskaparsetrið roynir at finna størri møguleikar fyri uttanhýsis fígging til gransking.

Eitt ráð um gransking, menning og nýskapan kom í fjør, sum hevur latið sína fyrstu ársfrágreiðing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928