- Tíðindi, mentan og ítróttur
Silas og Jórun fingu virðislønina fyri yrkisbókmentir
Fyri løtu síðani byrjaði heiðurslønahandan av mentanarvirðislønum M. A. Jacobsens. Fyrsta virðislønin var virðislønin fyri yrkisbókmentir, og hendan varð latin Silasi Olofson og Jóruni Pólsdóttir.
Tey bæði hava staðið fyri yrkisbókaverkinum "Fuglar okkara", sum er eitt bókaverk, sum við mynd og orðum lýsir allar fuglar, sum eru skrásettir í Føroyum. Bókaverkið fevnir um trý innbundin bind og eina fikkubók, sum fólk kunnu hava við sær í lummanum, tá farið verður út í náttúruna.
Tað var í 2007, at Silas fór í holt við arbeiðið at savna saman tilfar um sjáldsamar, føroyskar fuglar, og hann hevur tikið nærum allar myndir, sum eru í bókini. Tíggju ár seinni gjørdist Jórun eisini partur av arbeiðinum, og tá varð farið meira miðvíst til verka við tí endamáli at geva út eina bók um fuglar í Føroyum. Og í september í fjør var síðsta punktum endaliga sett og bókaverkið givið út. Bókaverkið er ætlað sum hjálp at eyðmerkja fuglar og skapa gleði og alsk til føroyska náttúru og fuglalív. Í samband við bókaútgávuna fingu allir 348 fuglar samstundis føroysk nøvn.
Til heiðurslønahandanina greiddi dómsnevndin eitt nú frá, at Silas og Jórun við bókaverkinum megna at skipa og greiða frá fuglum á løttum føroyskum máli.
Jórun Pólsdóttir tók ímóti virðislønini, tá heiðurslønin varð latin á Müllers Pakkhúsi.
- Í Føroyum hava vit ein gyltan og sjáldsaman møguleika at varða av og njóta tað vakra fuglalívið. Tí gleðist eg yvir, at flestu myndirnar í bókaverkinum eru tiknar í Føroyum, har Silas hevur tikið flestu teirra. Takk fyri tol og dyggan stuðul, tí uttan tað var eingin bók, segði Jórun Pólsdóttir millum annað.
Heiðurslønamóttakarar, tá mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens vóru latnar í Mullers pakkhúsi hósdagin 7. oktober. Silas vantar á myndini.
Umframt heiðurslønina fyri yrkisbókmentir fekk Katrin Ottarsdóttir virðisløn fyri fagurbókmentir fyri skaldsøguna "Summarið varar ikki alt árið longur". Trygvi Danielsen fekk heiðurslønina fyri mentanaravrik, meðan Bókadeild Føroya lærarafelags fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs.