Katrin Ottarsdóttir fekk virðislønina fyri fagurbókmentir

Katrin Ottarsdóttir fekk virðislønina fyri fagurbókmentir
M. A. Jacobsens heiðursløn fyri fagurbókmentir varð latin Katrini Ottarsdóttir fyri skaldsøguna "Summarið varar ikki alt árið longur"
Mynd: Finnur Justinussen  
 
05.10.2023 - 17:31

Í mars í ár var "Summarið varar ikki alt árið longur" eftir Katrin Ottarsdóttir givin út. Og í kvøld fekk Katrin handað mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri fagurbókmentir fyri hesa somu skaldsøgu. 

Skaldsøgan er eitt sjálvstøðugt framhald av fyrstu skaldsøguni hjá Katrini, sum ber heitið “Gentan í verðini” (2020), og søgan fer fram í Havn miðskeiðis í 1970’unum. Danska forlagið Jensen & Dalgaard hevur eisini keypt rættindi at geva bókina út á donskum, sum væntandi kemur á várið næsta ár.

Í sínari meting skrivaði dómsnevndin eitt nú, at Katrin Ottarsdóttir dugir hendinga væl at lýsa eina ótrygga, afturlatna tilveru í einum umhvørvi, sum tykist okkum bæði kent og ókent. 

- Tá tú ert komin í lívsins heyst, eins og eg eri eg, so kemur tað afturat, at tú fært andaneyð av øllum, sum tú skalt skriva, áðrenn lívsins vetraródnir bresta á og kava skapanarartrongdina undir. Tá er gott at hita seg við einum slíkum heiðri, segði Katrin Ottarsdóttir, tá hon tók ímóti virðislønini.

Katrin Ottarsdóttir hevur givið út bæði stuttsøgur, skaldsøgur og yrkingasøvn, og harumframt er Katrin filmsleikstjóri. Hon var fyrsti føroyingur at nema sær útbúgving á danska filmskúlanum, og so hevur hon eitt nú leikstjórnað "Bye Bye Blue Bird" frá 1999, sum vann fleiri útlendskar heiðurslønir.

Tað er heldur ikki fyrstu ferð, at eitt verk hjá Katrini Ottarsdóttir verður heiðrað við mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens.

Í 2013 fekk Katrin somu heiðursløn fyri yrkingasavnið "Eru koparrør í himmríki" (2012). 

M. A. Jacobsens heiðurslønir 2023

Caption: 
Finnur Justinussen

Heiðurslønamóttakarar, tá mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens vóru latnar í Mullers pakkhúsi hósdagin 7. oktober. 

Jórun Pólsdóttir og Silas Olofson fingu heiðursløn fyri yrkisbókmentir fyri bókaverkið "Okkara fuglar". Silas vantar á myndini. Trygvi Danielsen fekk heiðurslønina fyri mentanaravrik, meðan Bókadeild Føroya lærarafelags fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928