Hartaði sínar menn

Hartaði sínar menn
KÍ vardi manniliga, og vann sítt fyrsta stig í Conference League-bólkaspælinum. Venjarin, Magne Hoseth, var kortini ónøgdur við álopsspælið. - Vit duga meir enn hetta
05.10.2023 - 21:01

Verjuavrikið í málleysa javnleikinum ímóti Lille á Tórsvølli var gott.

KÍ-venjarin, Magne Hoseth, lat kortini ongan iva vera um, at hann var ónøgdur við álopsspælið hjá sínum monnum.

 - Vit duga meir enn tað, sum vit vístu í kvøld. Vit tora ov illa, vit vísa teimum ov nógva virðing og vit eru ov óróligir, tá vit hava bóltin, segði Magne Hoseth.

 - Plássið er har, og vit mugu trúgva upp á, at vit eru góðir fótbóltsspælarar, tí tað eru vit. Vit hava dygdirnar, men vit gera okkum ikki dælt av teimum í dag, segði norski venjarin eftir søguliga javnleikin.

Lille hevði ilt við at hótta KÍ, og spældi seg í roynd og veru ikki til ein stóran málmøguleika í dystinum. Teir vóru nær við eftir steðgin, tá teir raktu tvørtræið, men veruleikin var, at Nils Jonathan Johansson onga bjarging var noyddur at gera.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730