Eldurin á Stykkinum í rættinum í dag

Eldurin á Stykkinum í rættinum í dag
Tveir menn eru ákærdir fyri seint eitt septemberkvøld í 2021 at hava brotið inn í eini hús á Stykkinum og sett eld á tey
Brotið var inn í húsini, og síðani var eldur settur á.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.10.2023 - 08:13

Málið um eldin á Stykkinum í september í 2021 verður viðgjørt í Føroya rætti í dag.

Rætturin fekk ákæruritið á vári í fjør. 

Sambært ákæruritinum eru tveir menn, fyrst í tjúgunum, ákærdir fyri seint eitt septemberkvøld í 2021 at hava brotið inn í eini hús á Stykkinum og sett eld á húsini.

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Festi eisini í grannahús

Annar maðurin skal hava stoytt spritt á eina song og tvær sofur, og skal síðani hava fest í. 

Sambært ákæruritinum bíðaði maðurin inni í húsinum, til eldurin logaði. 

Eldurin gjørdist so mikið stórur, at hann festi í eini grannahús.  Bæði húsini fingu stóran skaða.

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

3,7 mió. kr.

Skaðin er fyribils mettur til góðar 3,7 milliónir krónur, stendur í ákæruritinum.

Sami maður er eisini ákærdur fyri at hava sett eld á ein bil. Hetta var sama kvøldið, sum eldurin var á Stykkinum.

Maðurin er eisini ákærdur fyri í fleiri førum at hava rúsevni uppi á sær, at koyra bil ávirkaður av rúsevnum, og fyri innbrot og stuldur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523