Eitt ár og tríggjar mánaðir fyri neyðtøku og onnur brotsverk

Eitt ár og tríggjar mánaðir fyri neyðtøku og onnur brotsverk
Eitt ár er treytað, og tríggir mánaðir eru treytaleysir
Maðurin noktaði seg sekan, tá hann var í rættinum í summar. (Savnsmynd)
 
06.10.2023 - 08:35

Ungi maðurin, sum er dømdur fyri neyðtøku í Havn á ólavsøku 2021, fekk, sum ákæruvaldið kravdi, eitt ár og tríggjar mánaðir.

Men allir 15 mánaðir eru ikki treytaleysir.

Eitt ár er treytað og tríggir mánaðir treytaleysir.

Orsøkin er, at maðurin var so ungur, tá tað, sum hann er dømdur fyri, hendi. Hann er føddur í 2005.

Maðurin er eisini dømdur fyri at stjala ein bil í Klaksvík og koyra uttan at hava koyrikort.

Maðurin og ákæruvaldið hava nú tvær vikur at gera av, um tey skulu fara í Landsrættin við málinum.

Maðurin noktaði seg sekan, tá hann var í rættinum í summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891