Meiri happing nú enn fyri fýra árum síðani

Meiri happing nú enn fyri fýra árum síðani
Námsvísindadeildin hevur gjørt kanning í 5., 7. og 9. flokki
Fleiri næmingar siga seg vera fyri happing nú, enn fyri fýra árum síðani. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
09.10.2023 - 15:02

17 prosent av næmingunum í 5. 6 og 7. flokki siga seg vera fyri happing. 

Tað vísir nýggj trivnaðarkanning, sum Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hevur gjørt fyri Barna- og útbúgvinarmálaráðið.

Tað eru fýra ár síðani, at trivnaðarkanning var gjørd seinast í sama aldursbólki. 

Tølini vísa skeiva gongd, tí tað eru fleiri, sum eru fyri happing nú, enn fyri fýra árum síðani. 

Í 2019 søgdu 11 prosent av spurdu næmingunum seg vera happað.

 

Á sosialum miðlum

Mátin, happað verður, broytist eisini - frá at vera meira sjónligur og týðiligur, til at umfata sosialu miðlarnar. 

Vitanin um, at happing er skaðilig, og hugburðurin um, at happing ikki verður góðtikin, eru næmingarnir í dag tó meira vitandi um.  

Endamálið við hesari kanningini er, eins og í teimum undanfarnu, at útvega vitan um vavið av happing í fólkaskúlanum í Føroyum. 

Kannigin kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364