Kanning: Lærugreinar eru keðiligari og hava minni týdning nú

Kanning: Lærugreinar eru keðiligari og hava minni týdning nú
Trivnaðarkanningin vísir eisini, at næmingatalið í flokkinum hevur ávirkan á arbeiðsfriðin
1696 næmingar í 38 skúlum hava svarað spurnakanningini. (Savnsmynd)
 
10.10.2023 - 08:28

Næmingar í fólkaskúlanum halda lærugreinarnar hava munandi minni týdning nú, enn fyri 10 árum síðani, eins og tær eisini verða fataðar keðiligari nú. 

Tað vísir nýggj trivnaðarkanning, sum Námsvísindadeildin á Setrinum hevur gjørt fyri Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

Næmingar í 5. 7. og 9. flokki vóru við í kanningini. 

Kanningin er gjørd tvær ferðir áður,  í 2015 og 2019, og nú í 2023. 

 

Ávirkar arbeiðsfriðin

Trivnaðarkanningin staðfestir harumframt, at næmingatalið hevur ávirkan á arbeiðsfriðin í flokkinum. Næmingar í stórum flokkum siga seg m.a. hava ilt við at hoyra, hvat lærarin og hinir næmingarnir siga.

Kanningin vísir, at betri arbeiðsfriður er, tá ið floksstøddin er niðan fyri 18-20 næmingar.

Hetta vísir seg eisini, tá ið ræður um at hoyra, hvat lærarin sigur, og hvat hinir næmingarnir siga. Tí verður mælt til, at í mesta lagi 20 næmingar vera í flokkinum.

1696 næmingar í 38 skúlum hava svarað spurnakanningini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364