Stóra hassjmálið byrjar í dag

Stóra hassjmálið byrjar í dag
Tilsamans eru seks dagar settir av í rættinum at viðgera málið um hassjsmugling
Báðir ákærdu menninir eru føroyingar. Teir nokta seg sekar. (Savnsmynd)
 
17.10.2023 - 08:35

Stóra hassjmálið byrjar í Føroya rætti í dag.

Seks rættardagar eru settir av til málið, týsdagur, mikudagur og hósdagur í hesari vikuni og í næstu viku.

Nógv vitni eru. Tí eru seks dagar settir av.

Tveir menn eru ákærdir. Annar er 31 ár og hin 32. Báðir er føroyingar. Annar er ákærdur fyri at smugla 25 kilo av hassji, og hin fyri at hava smuglað 10 kilo.

 

Smuglaði í tveimum førum

Annar er ákærdur fyri at hava smuglað í tveimum førum, 15 kilo í tí fyrra og 10 kilo í tí seinna.

Hassjið var í bilum, sum komu til Føroya við Norrønu.

Onnur smuglingin var í juni og hin í oktober í fjør. 

Menninir hava verið í varðhaldi síðani í november í fjør. Teir nokta seg sekar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928