Gera tvær ferðir so nógvan streym í Vestmanna

Gera tvær ferðir so nógvan streym í Vestmanna
Vatn verður pumpað niðan á Mýrarnar, tá nógv varandi orka er, og latið renna oman aftur í Heygadal, tá lítil varandi orku er
Tá pumpuskipanin í Vestmanna fer at virka, kann hon í mesta lagi geva 40 megawatt inn á elnetið í eitt samdøgur út í eitt. (Savnsmynd)
 
19.10.2023 - 08:55

Pumpuskipanin hjá SEV í Vestmanna fer at gera, at dupult so nógvur streymur verður gjørdur í Vestmanna.

Vatn verður pumpað niðan á Mýrarnar, tá nógv varandi orka er, og latið renna oman aftur í Heygadal, tá lítil varandi orku er. 

Tá pumpuskipanin fer at virka, kann hon í mesta lagi geva 40 megawatt inn á elnetið í eitt samdøgur út í eitt, sigur Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann.

Pumpuskipanin klárar tí ikki einsamøll at bera føroysku elskipanina.

Heldur er hon at rokna sum ein máti at goyma vindorku og sólorku í stutt tíðarskeið og at vera ein stabiliserandi eind í elkervinum, stendur í svarinum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775