Fer at kanna møguleikan fyri einum hjálparpakka aftrat

Fer at kanna møguleikan fyri einum hjálparpakka aftrat
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og Sonja Jógvandóttir, samskipari í Samtaki, vóru í Breddanum fyrrapartin
Matvørurnar eru framvegis dýrar, hóast prísvøksturin er minkaður, vísir Samtak á.
 
24.10.2023 - 13:27

Landsstýriskvinnan í almannamálum er sinnað at arbeiða fyri at fáa ein hjálparpakka aftrat samtyktan til fíggjarliga sperdar familjur.

Hjálparpakkin, sum landsstýrið samtykti í vár, fer úr gildi á nýggjárinum.

Sirið Stenberg var í Breddanum fyrrapartin:

 

24102023_Sirid

 

Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í almannamálum.

 

Sirið Stenberg og Sonja Jógvansdóttir vóru í Breddanum fyrrapartin, nú Samtak hevur sent eitt tíðindaskriv út, har fakfeløgini eftirlýsa ein nýggjan hjálparpakka. Hjálparpakkin hjá landsstýrinum var settur í verk í vár, og hann gjørdi, at húski við lágum inntøkum, sum ikki hava ognir av týdningi, fingu ein fíggjarligan stuðul upp á 12.000  kr., sum  var  útgoldin  eina ferð.  

Harumframt hækkaði vanliga familjuískoytið frá 1. juni til 31. desember í ár 750 kr. fyri hvørt barnið, soleiðis at barnafamiljur við lágum inntøkum, og sum ikki hava ognir, fingu ein eyka fíggjarligan styrk. 

 

Sonja Jógvansdóttir er samskipari í Samtaki.

 

Eisini hækkaði markið fyri inntøkugrundarlagið úr ávikavist 390.000 og 410.000. kr. upp upp 440 tús. kr., og hjá persónum, yngri enn 23 ár, er ogn upp til 50.000 kr. undantikin.

Tað er átrokandi neyðugt, at ein nýggjur hjálparpakki verður samtyktur nú, og hann má eisini hækka, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í felagssamstarvinum Samtaki: 

 

24102023_Sonja_og_familjuiskoyti

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum eru í samgongu, hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, fyrispurning um málið.

Hon spyr, hvørjum loysnum landsstýrið arbeiðir við fyri at lætta um hjá fíggjarliga sperdum húskjum, og um ætlanin at gera nakað við stóra bráðfeingis tørvin á fíggjarligari hjálp í løtuni.

Sí fyrispurningin her.

 

 

 

 

 

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andaktin
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364