Skansin - heimsarvur og skal fáa frið

28.10.2023 - 16:56
Innlendis
Skansin - heimsarvur og skal fáa frið
Havnar skansi og Kirkjubømúrurin eru at meta sum heimsarvur í Unesco høpi
Mynd av ætlaðu Skansabryggjuni ha Tórshavnar kommunu

Føroyska Unesco nevndin heldur tað ikki verða rætt at gera stóra bingjuhavn beint frammanfyri Skansan.

Nú Havnar kommuna hevur samtykt at fara undir fyrireiking og projektering av Skansabryggjuni er tað vorðið aktuelt aftur, um staðsetingin til havnaútbyggingina er tann rætta.

Í 2015, tá ið Havnar kommuna ætlaði at gera havnaútbyggingar frammanfyri Skansan, gjørdi føroyska Unesco nevndini vart við seg og 21. september sama ár skrivaði hon til Rigmor Dam, sum tá var landsstýriskvinna í Mentamálum.

Unesco er ein stovnur undir ST sum fæst við útbúgving, vísind og mentan - harímillum eisini varðveiðslu av heimsarvi.

Føroyska Unesco nevndin skrivaði, tí hon var ikki sannførd um, at Føroyar í nøktandi mun liva upp til ásetingarnar í heimsarvssáttmálanum og tilráðingini um býarumhvørvi hjá Unesco, tá ið ætlanini er at gera eina bingjuhavn frammanfyri Skansan. Víst var á, at Skansin er friðaður sambært løgtingslóg, og at Skansin skal varðveitast sum fornminni. Nevndin setti spurnartekin við, um lógirnar verða hildnar, tá ið ætlanin er at gera eina stóra bingjuhavn út fyri Skansanum.

Sum kunnugt vórðu ætlaninar um at fylla út frammanfyri Skansan sleptar tú. Men nú eru tær brádliga komnar fram aftur.

Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum finst hvasliga at ætlanunum.

Tjóðsavnið: Stórídnaður eigur ikki at vera framman fyri fornminni


Kári Johansen, formaður í Havnanevndini í Tórshavnar kommunu, sigur hinvegin, at tað er rætt at byggja út frammanfyri Skansan.

Skansin kann eisini vera inni í einum býi
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450