Ákærdur fyri at drepa sálarlækna í Glostrup

Ákærdur fyri at drepa sálarlækna í Glostrup
Kvinnuligi sálarlæknin var ættaður úr Føroyum, men búði í Malmø
Maðurin er ákærdur fyri at hava dripið sálarlæknan í Psykiatrisk Center í Glostrup.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.11.2023 - 08:23

Maðurin, sum í summar drap ein sálarlækna á einum sjúkrahúsi í Glostrup, er nú ákærdur.

41 ára gamli maðurin er ákærdur fyri dráp og tvær drápsroyndir.

Hann er eisini ákærdur fyri nógv annað. Ákærurnar eru 13 í tali.

Tær eru um harðskap, hóttanir, herverk og neyðtøkuroynd.

66 ára gamli kvinnuligi sálarlæknin, sum var dripin á sínum arbeiðsplássi, var ættaður úr Føroyum, men búði í Malmø.

Maðurin hevur verið í varðhaldi síðani 22.juli.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928