Stolin bilur komin afturíaftur

Stolin bilur komin afturíaftur
Tann, sum eigur bilin, er skuldsettur fyri ikki at síggja til, at bilurin ikki kundi stjalast
 
17.11.2023 - 08:19

Bilurin, sum var stolin í Havn hósnáttina, er komin afturíaftur.

Hann var funnin stutt frá staðnum, har hann var tikin.

Bilurin var óskaddur.

Politiið veit ikki, hvør tók bilin. Men tann, sum eigur bilin, er skuldsettur fyri ikki at síggja til, at bilurin ikki kundi stjalast.

Tey, sum eiga bil, eiga at læsa bilin, og ikki lata lykilin vera í bilinum, tá tey fara frá honum.

 

Sólin blendaði

Tá sólin stendur lágt sum í hesum døgmu, kann hon vera til ampa fyri ferðsluna.

Í gjáramorgunin koyrdi ein bilur á ein parkeraðan trailara.

Tað var i Suðuroynni. Tann, sum koyrdi, segði, at sólin blendaði hann.

Eingin fólkaskaði var í óhappinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891