SEINAST: Teitur bjargaði brotssparki og Odmar skoraði

SEINAST: Teitur bjargaði brotssparki og Odmar skoraði
Teitur Matras Gestsson bjargaði brotssparki, og Odmar Færø javnaði við góðum skallara, men Albania dró kortini longra stráið á Tórvølli í juni. Sí hvussu tað gekk fyri seg
19.11.2023 - 20:05

Kanska frægasti dysturin hjá Føroyum í ár var ímóti Albania á Tórsvølli í juni.

Gamaní, byrjanin var einki serlig. Fyrst legði Nedim Bajrami útiliðið framum, og tá ein hálvur tími var spældur, gjørdi Heini Vatnsdal brotsspark.

Teitur Matras Gestsson kastaði seg til høgru og bjargaði skotinum frá Sokol Çikalleshi, og beint fyri steðgin javnaði Odmar Færø við góðum skallara eftir fríspark frá Jóan Símuni Edmundsson.

Albania skoraði til 2-1 stutt eftir steðgin við fantastiskum langskoti frá Kristjan Asllani, men miðskeiðis í seinna hálvleiki løgdu Føroyar trýst á.

Andras Johansen átti at havt rakt málið við góðum skallara við handaru stong, meðan ein albanskur verjuspælari fekk fótin á eitt gott skot frá Jóannesi Bjartalíð, sum hevði kós ímóti handara horninum. 

Tað gekk kortini, sum tað ofta ger, tá tú ikki skorar upp á kjansirnar. Albania, sum eisini hevði fleiri stórar málmøguleikar, avgjørdi dystin í evstu løtu eftir kontraálop.

Tórsvøllur (EM-undankapping)
Føroyar - Albania, 1-3 (1-1)

0-1 Nedim Bajrami, 20 min.
1-1 Odmar Færø, 45 min.
1-2 Kristjan Asllani, 51 min.
1-3 Ernest Muçi, 90 min.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730