Menn eiga at verða kallaðir inn til heilsukanningar

Menn eiga at verða kallaðir inn til heilsukanningar
Pál Weihe, lækni og granskari, og Magni Højgaard, leiðari, vóru í Breddanum fyrrapartin
Neyðugt er at kanna, hví hagtølini síggja út, sum tey gera, og at fáa fleiri menn at fara til heilsukanningar, heldur Pál Weihe, lækni og granskari. (Savnsmynd)
 
21.11.2023 - 13:43

Menn liva styttri enn kvinnur, og tí er tað eitt gott hugskot at gera nýggja skipan, sum innkallar fleiri menn til heilsukanningar.

Tað sigur Pál Weihe, lækni, granskari og fyrrverandi formaður í Læknafelagnum.

Hann og Magni Højgaard, leiðari á "Megna títt lív," vóru í Breddanum fyrrapartin, har evnið var menn og javnstøða.

 

Magni Højgaard og Pál Weihe vóru í Breddanum fyrrapartin. 

 

Hóast vit vita, at menn hava verri heilsu og liva styttri enn kvinnur, so vita vit ikki, hví tað er so.

Neyðugt er at kanna, hví hagtølini síggja út, sum tey gera, og at fáa fleiri menn at fara til heilsukanningar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21112023_Magni_og_Pal


Allur Breddin kann hoyrast her.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334