Danskir pengar til føroyskar verkætlanir

Danskir pengar til føroyskar verkætlanir
Enn einaferð eru raðfestingar gjørdar á donsku fíggjarlógini um, hvørjar verkætlanir skulu í gongd í Føroyum
28.11.2023 - 19:25

GEV GÆTUR: Í innslagnum verður sagt, at peningurin til havgransking fer til Havstovuna. Hann fer til Granskingarráðið at umsita.

Tey eru komin til sættis um donsku fíggjarlógina á Christiansborg fyri næsta ár. Aftur hesaferð eru føroyingar við. Stóra upphæddin hesaferð er til nýtt sjósavn í Havn. Danski skattgjaldarin skal rinda 20 milliónir krónur í løgujáttan til nýggja sjósavnið. Hetta er ein avtala, sum Sjúrður Skaale, fólkatingslimur hevur fingið í lag.

Anna Falkenberg hevur eisini skaffað pengar. Tað er tó ikki til løgujáttan, men størsta upphæddin, sum hon hevur gjørt avtalu um, fer til Granskingarráðið. Danski skattgjaldarin skal rinda 15,8 milliónir krónur til gransking í havstreymunum kring Føroyar og í Norðuratlantshavi.

Føroysku fólkatingsumboðini hava gjørt avtalur um góðar 40 milliónir krónur á donsku fíggjarlógini í hesum umfari.

Men tað er ikki fyrstu ferð. Blokkurin er lækkaður, men nógvar føroyskar verkætlanir hava seinastu árini fingið stóran part av fíggingini úr danska statskassanum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115