Rættindi hjá teimum, ið bera brek, verða skerd í krepputíðum

Rættindi hjá teimum, ið bera brek, verða skerd í krepputíðum
Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, var í Breddanum fyrrapartin
Á hvørjum ári hittast norðurlendsku meginfeløgini í norðurlendska ráðnum Handicaporganisationernes Nordiske Råd. Í miðjuni Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD.
 
30.11.2023 - 12:58

Hjá teimum, ið bera brek, rakti eitt nú koronutíðin harðari enn hjá øðrum.

Tað er uppáhaldið hjá norðurlendska felagsskapinum Handicaporganisationernes Nordiske Råd, HNR.

Í almennum skrivi til Norðurlendska Ráðharraráðið staðfesta norðurlendsku feløgini, at:

"Rættindi hjá fólki, ið bera brek, verða skerd í kreppum og í brádliga íkomnum broytingum. Hetta vísa nýggjastu royndirnar við alheimsfarsótt, flóttafólkasteymi og alsamt hækkandi prísum. Hesar avbjóðingarnar eru felags fyri brekøkini í Norðurlondum, og tí verður við hesum felags skrivi mælt Norðurlendska ráðharraráðnum til at seta í verk eina fevnandi tilbúgving, ið verjir øll."

MEGD, sum er meginfelag hjá teimum, ið bera brek í Føroyum, hevur eisini sent hesa áminningina til norðurlendskar politikarar.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, var gestur hjá Halli av Rana í Breddanum fyrrapartin.

Sí videobrot úr sendingini her:

 

TORA_VID_KELDU_

 

Allur Breddin kann koyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928