Avtalan um nýggja farnetið er góðkend

Avtalan um nýggja farnetið er góðkend
FT Samskifti og Nema fóru undir samráðingar um avtaluna fyri tveimum árum síðani
Avtalan ber í sær,  at báðir partar fáa somu atgongd til RAN-netið, og fara at bjóða sama fartelefondekning, bæði á landi og sjógvi. (Savnsmynd)
 
30.11.2023 - 14:54

Kappingareftirlið hevur góðkent samstarvsavtaluna millum FT Samskifti og Nema um farnetið (RAN-netið).

Tað boðar Kappingareftirlitið frá.

Avtalan ber í sær,  at báðir partar fáa somu atgongd til RAN-netið, og fara at bjóða sama fartelefondekning, bæði á landi og sjógvi.

Partarnir tryggja framhaldandi kapping á marknaðinum við egnari kjarnutøkni, m.a. um tænastur.

 Samráðingarnar millum FT Samskifti og Nema byrjaðu í 2021.

Í oktober 2022 lótu partarnir samstarvsavtaluna inn til góðkenningar hjá Kappingareftirlitinum, og nú er avtalan góðkend. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928