Vit verða hart revsaðir

Vit verða hart revsaðir
KÍ var betri og spældi væl, men teir revsa okkara mistøk hart, helt ein "keddur og skuffaður" Jóannes Kalsø Danielsen eftir tapið fyri Slovan Bratislava
30.11.2023 - 20:58

Soleiðis er toppfótbóltur.

Tú kanst vera betri og spæla væl, men um tú ikki ert hvassur í avgerandi løtunum, vinnur tú ikki nógvar dystir.

Nakað soleiðis tók Jóannes Kalsø Danielsen saman um 2-1 tapið hjá KÍ fyri Slovan Bratislava á Tórsvølli, sum sløkti alla vón um víðari luttøku í Conference League.

 - Eg haldi, at vit spæla ein øgiliga góðan dyst, kanska okkara besta í ár, men teir straffa okkum tvær ferðir, og vit fáa ikki bóltin innum. Tí stendur mann sum tapari í fótbólti. Tað er hart viðhvørt, segði høgri vongverjin, sum veruliga gjørdi vart við seg ímóti slovakum.


Ein varði

KÍ byrjaði dystin við fullari ferð og spældi seg til fleiri vandamiklar støður og einstakar stórar málkjansir. Hin størsta fyri steðgin misnýtti Sivert Gussiås, eftir at hann fekk bóltin útfrá.

Lítla løtu seinni eydnaðist kortini Mads Boe Mikkelsen at leggja heimaliðið framum, tá hann tamdi eina langa sending frá Vegard Forren, sneiddi fram við málverjanum og sendi bóltin í netið.

Leiðslan helt kortini ikki leingi. Tá ið 24 minuttir vóru spældir, javnaði Juraj Kucka, og eftir steðgin skoraði sami maður sigursmálið, eftir at Páll Klettskarð hevði misnýtt ein stóran møguleika.

 - Nú stendur mann øgiliga skuffaður, men tá ið vit koma at hyggja aftur á tað, kemur hetta at standa sum ein ordiligur varði hjá okkum, sum vit kunnu taka við okkum bæði í fótbóltslívinum, men eisini í lívinum annars. Vit eru ekstremt ernir av hesum, segði Jóannes Kalsø Danielsen.

Nú er bert útidysturin ímóti Lille eftir, áðrenn KÍ kann hyggja fram ímóti næsta kappingarári.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Fríggjadag 30. januar
Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?
203483
Fríggjadag 30. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Lyon
203481
Fríggjadag 30. januar
Kvørnin: "Sólskin", Stanley Samuelsen
203473
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379