Innsatsur og vilji manglaðu ikki

Innsatsur og vilji manglaðu ikki
Vegard Forren er vónbrotin av tapinum ímóti Slovan Bratislava í Conference League hóskvøldið, men er errin av avrikinum. - Innsatsur og vilji mangla ikki, segði verjukempan
30.11.2023 - 21:06

Besti spælarin hjá KÍ ímóti Slovan Bratislava var helst Vegard Forren.

Tað var ein fragd at síggja 35 ára gamla miðverjan senda bæði langar og stuttar bóltar fram eftir vøllinum. Mestsum uttan undantak raktu teir liðfelagar í góðum støðum, sum síðan kundu halda fram við álopinum.

Norðmaðurin var eisini størsta einstaka orsøkin til, at tapið ikki gjørdist størri enn 2-1. Serliga løtuna beint fyri steðgin kom hann fleiri ferðir fyri í evstu løtu, tá ið slovakar høvdu fingið ov gott pláss í KÍ-brotsteiginum.

 - Tú stendur altíð við eini tómari kenslu, tá ið tað ikki eydnast at fáa stig, men tú verður hart revsaður ímóti góðum liðum í Evropa, og soleiðis var hjá okkum í dag. Men innsatsur og vilji manglaðu ikki, segði Vegard Forren eftir dystin.


Gera piltamistøk

KÍ byrjaði dystin væl og spældi seg til fleiri góðar støður og onkran góðan málkjans.Tað eydnaðist eisini Mads Boe Mikkelsen at leggja KÍ framum eftir frálíka langa sending frá júst Vegardi Forren.

Men sambært norska verjuspælaranum fingu slovakar ov lætt spæl, bæði tá ið teir javnaðu, og tá ið teir løgdu seg framum í seinna hálvleiki.

 - Vit eru ov vánaligir, tá ið teir skora síni mál. Tað eru grundleggjandi mistøk, piltafeilir, segði Vegard Forren, nú bert útidysturin ímóti Lille er eftir av søguliga kappingarárinum hjá KÍ, sum síðan kann hyggja frameftir.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659