Á Breddanum: Politiska skipanin og minkandi burðartal

Á Breddanum: Politiska skipanin og minkandi burðartal
Tríggir limir í trivnaðarnevndini koma í útvarpsstovuna at skifta orð um evnið
Hesi trý fara at skifta orð í Breddanum fyrrapartin um støðuna, nú burðartalið brádliga er so nógv minkað.
 
05.12.2023 - 09:48

Breddin varpar í dag ljós á støðuna, nú burðartalið í Føroyum brádliga er minkað so nógv.

Í 2016 fekk hvørt par í landinum  næstan trý børn í part. 

Nú eru vit komin niður á tvey børn. 

Limir í løgtingsins trivnaðarnevnd vera í útvarpsstovuni. Teir eru Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum, Súsanna Bertholdsen í Javnaðarflokkinum og Liljan Weihe í Tjóðveldi.

Vit spyrja m.a., um tað er ein politiskur trupulleiki, at færri børn verða fødd nú, og hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk. 

 

Støðan uttanlands

At færri børn verða fødd, er einki serføroyskt fyribrigdi.

Í øðrum evropeiskum londum er støðan nógv verrri. Í 2021 var miðal burðartalið í Evropa 1,53. 

Men tiltøk eru sett í verk til tess at venda gongdini, m.a. frádráttarskipanir og longt barnsburðarfarloyvi.

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083