Treytaleysa fongsulsrevsing fyri at seta eld á

Treytaleysa fongsulsrevsing fyri at seta eld á
Ein annar maður er fríkendur fyri eldáseting, men fekk treytaða fongsulsrevsing fyri innbrot og eitt harðskapsmál
Skaðin, sum stóðst av eldinum, er fyribils mettur til góðar 3,7 milliónir krónur, stendur í ákæruritinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
13.12.2023 - 08:56

Ein maður, fyrst í tjúgunum, var í gjár í Føroya rætti dømdur hálvt annað ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri eldáseting.

Ein annar maður, eisini fyrst í tjúgunum, var fríkendur fyri eldáseting, men fekk tríggjar mánaðar treytaða fongsulsrevsing fyri innbrot og eitt harðskapsmál.

Hann skal eisini gera samfelagstænastu í 80 tímar.

Tað er málið um eldin á Stykkinum í september í 2021, sum var gjørt liðugt í Føroya rætti í gjár.

 

 Sambært ákæruritinum bíðaði maðurin inni í húsunum, til eldurin logaði. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Brutu inn og settu eld á

Tveir menn, fyrst í tjúgunum, vóru ákærdir fyri seint eitt septemberkvøld í 2021 at hava brotið inn í eini hús á Stykkinum og sett eld á húsini.

Annar maðurin skal hava stoytt spritt á eina song og tvær sofur og skal síðani hava fest í.

Tað er hesin maðurin, sum fekk hálvt annað ára treytaleysa fongsulsrevsing.

Sambært ákæruritinum bíðaði maðurin inni í húsunum, til eldurin logaði. 

Eldurin gjørdist so mikið stórur, at hann festi í eini grannahús. 

Bæði húsini fingu stóran skaða.

 

Skaði fyri 3,7 mió. kr.

Skaðin er fyribils mettur til góðar 3,7 milliónir krónur, stendur í ákæruritinum.

Sami maður er eisini ákærdur fyri at hava sett eld á ein bil. Hetta hendi sama kvøldið, sum eldurin var á Stykkinum.

Maðurin var eisini funnin sekur í hesum málinum.

Bæði ákæruvaldið og teir dømdu menninir bóðu um tíð at umhugsa, um dómurin skal skjótast inn fyri Landsrættin.

Freistin at kæra er 14 dagar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391