Havstovan: Vit eru í holt við at oyða toskastovnin á landgrunninum

Havstovan: Vit eru í holt við at oyða toskastovnin á landgrunninum
Ein bjargingarætlan má setast í verk beinanvegin fyri at bjarga toskastovninum á føroyska landgrunninum. Tað eru boðini frá Havstovuni í nýggjasta tilmælinum
Toskastovnurin á landgrunninum er um at verða oyddur, sigur Havstovan
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.12.2023 - 12:30

Ongantíð áður hevur gýtingarstovnurin av toski á føroyska landgrunninum verið so lítil sum nú.

Tað staðfestir Havstovan í nýggjasta tilmælinum um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024, sum Havstovan læt úr hondum 12. desember. 

Petur Steingrund, fiskifrøðingur, er deildarleiðari á Havstovuni.

 

Petur_Steingrund_til_heimasiduna

 

Endurbyggingarætlan má setast í verk

Umsitingarætlanin, sum løgtingið hevur sett í verk, sigur annars, at vanliga verða fiskidagarnir bara broyttir við fimm prosentum hvørja ferð.

Men hetta er ikki nóg mikið hesa ferð.

Tí mælir Havstovan til at minka fiskidagarnar hjá línu-, snellu- og trolbátum við 20 prosentum, og at minka fiskidagarnar hjá partrolarum og lemmatrolarum við 10 prosentum.

Hetta er partur av einari serligari endurbyggingarætlan fyri toskastovnin.

Tilmælið frá Havstovuni kann lesast her

 

----

Skipabólkar og onnur skip
Ein partur av fiskiflotanum er býttur upp í hesar høvuðsbólkar:

  • Bólkur 2: Trolarar yvir 500 hestakreftir
  • Bólkur 3: Línuskip yvir 110 bruttotons
  • Bólkur 4: Útróðrarbátar yvir 15 tons
  • Bólkur 4 er býttur í 4 og 4T.
  • Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu

Umframt skip og bátar, sum eru í bólki 2-5, eru skip, sum fáast við aðra veiðu, eitt nú garnaskip, skip, sum fáast við skeljaveiðu og krabbaveiðu, ídnaðarskip og uppsjóvarskip.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083