- Tíðindi, mentan og ítróttur
1200 jólapakkar til 103 skip
1200 jólapakkar til 103 skip
Aftur í ár hevur Føroyska sjómansmissiónin givið sjófólkum jólapakkar

Tað eru sjómanskvinnuringarnir og onnur, sum lata jólapakkarnar til sjófólkið.
22.12.2023 - 10:19
1191 pakkar eru bornir umborð á 103 skip og bátar, upplýsir sjómansmissiónin.
Nógv størsti parturin er fiskiskip, tey eru 67, meðan 23 farmaskip, 11 frálandaskip og tvey vaktar- og bjargingarskip eisini hava fingið jólapakkar.
Av hesum vera 25 burtur á jólum.
Tað eru sjómanskvinnuringarnir og onnur, sum lata jólapakkarnar til sjófólkið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























