Skuldsettir fyri harðskap

Skuldsettir fyri harðskap
Tríggir menn eru skuldsettir fyri harðskap móti tveimum monnum í miðbýnum í Havn á tollaksmessu
Ein maður hevur gist hjá politinum í nátt. Hann var ólátaður, tá hann skuldi takast, sigur politiið.jukdu a
 
31.12.2023 - 09:51

Tríggir menn eru skuldsettir fyri harðskap móti tveimum monnum í miðbýnum í Havn á tollaksmessu.

Tveir eru avhoyrdir.

Og politiið hevur verið í sambandi við triðja mannin og avtalað við hann, at hann kemur saman við advokati á politistøðina til avhoyringar.

Ein maður, sum var tikin í nátt, er skuldsettur fyri nøkur brot.

Hann er skuldsettur fyri at hótta ein politist og fyri at royna at rýma frá politiinum, eftir at hann var handtikin.  

Málið byrjaði í einum skeinkingarstaði í Havn, haðani fráboðan kom um mannin stutt fyri klokkan hálvgum tvey.
 

Vindskaðar

Politiið hevur fingið fráboðanir um fýra vindskaðar, men teir eru lítlir, skaðarnir.

Fráboðanir komu úr Havn, Klaksvík, Vági og av Argjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911