Orkuveitarar vilja eisini sleppa at selja streym

Orkuveitarar vilja eisini sleppa at selja streym
Landsstýriskvinnan í orkumálum vónar, at broytingin í elveitingarlógini fer at seta ferð á grøna orkuskiftið, men onnur halda, at talan verður um privatisering
Lógarbroytingin skal skunda undir grøna orkuskiftið, ætlar landsstýriskvinnan í orkumálum. (Savnsmynd)
 
03.01.2024 - 13:44

Er uppskotið hjá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um nýggja elveitingarlóg ein privatisering av samhaldsføstu elveitingarskipanini hjá SEV?

Tann spurningurin hevur tikið seg upp, nú uppskotið er farið til hoyringar.

Sambært uppskotinum eigur tað at bera til hjá eitt nú MAGN ella EFFO at selja streym beinleiðis til kundan, og vónar landsstýriskvinnan, at hetta fer at seta gongd á grøna orkuskiftið.

Hetta er ein privatisering av samhaldsføstu elveitingarskipanini, vil onkur vera við.

Onnur halda hinvegin, at hetta er ikki er nóg víðgongt at seta gongd á orkuskiftið.

Men eingin við úttala seg, fyrr enn hoyringarfreistin er farin tann 24. januar.

 

Privatu elframleiðararnir sum m.a. eru MAGN og EFFO, vilja sleppa at selja streym beinleiðis til kundan. (Savnsmynd)

 

Eldfimt uppskot

Tí eitt er vist, og tað er, at hetta er eitt eldfimt uppskot um eitt øki, sum á tremur við seráhugamálum. 

Tað er eingin loyna, at privatu elframleiðararnir sum m.a. eru MAGN og EFFO, vilja sleppa at selja streym beinleiðis til kundan - tað vil siga ikki fyrst til netið hjá SEV, sum skipanin er í dag.

Við uppskotinum hjá Ingilín D. Strøm sleppa elframleiðarar at selja til kundan,  men ravmagnið skal fyrst seljast til SEV, so kunnu tey keypa tað aftur fra SEV, í summum førum fyri heilsøluprís.

Tað merkir fyri kundan, vónar landsstýriskvinnan, at húsarhaldið í framtíðini kann venda sær til Demich, sum MAGN eigur, ella til EFFO, keypa eina hitapumpu við uppseting og rakstri, íroknað streym, fyri eina fasta upphædd um mánaðin. 

 

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, eigur uppskotið um broytingar í elveitingarlogini. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sleppa undan íløgum

Á hendan hátt sleppur kundin undan stórum íløgum fyri meira enn 100.000 krónur í hitapumpur, um ætlanin hjá landsstýriskvinnuni eydnast. 

Hinvegin er tað verri hjá kundanum at síggja, hvat hon ella hann í veruleikanum rindar fyri sjálvand streymin.

Tað er eingin loyna, at vinnan - í hesum føri EFFO og MAGN, sum framleiða streym við vindmyllum - vilja sleppa undan SEV sum millumliði, og selja streym beinleiðis til kundan. 

Tað loyvir hetta uppskotið ikki, og sambært Tórbirni Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu og formanni í Kommunufelagnum, sum eigur SEV, er tað avtalubrot, um prísmunurin hjá SEV og privatu veitarunum verður meiri enn eitt til tvey oyra fyri hvønn kilowatttíma. 

Er tað nóg mikið til, at privatu veitararnir fara at seta hitpapumpur upp fyri fólk?

Tað fer tíðin at visa. Enn sita øll undir hvørjum orði og vilja einki siga, fyrr enn hoyringarfreistin er farin tann 24. januar. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130