Sävehof er eitt stórt fet á leiðini

bannari
Sävehof er eitt stórt fet á leiðini
IK Sävehof er eitt frálíkt felag fyri framsøknar hondbóltsspælarar, sum ætla sær longur út í heim, heldur Ísak Vedelsbøl, sum fer til svenska felagið at spæla í summar
10.01.2024 - 11:36

IK Sävehof er ein frálík lopfjøl, um tú ert ein framsøkin hondbóltsspælari, sum ætlar tær uppaftur longur út í heimin at spæla. 
 
Tað er orsøkin til, at ungi føroyski strikuspælarin, Ísak Vedelsbøl, skiftir til svenska felagið í summar.  
 
- Eg havi hoyrt nógv gott um felagið. Tað er eitt felag, sum er ein góð lopfjøl, um tú ætlar tær víðari, sigur Ísak Vedelsbøl. 
 
Elias á Skipagøtu spældi í Sävehof í tvey kappingarár, áðrenn hann skifti til THW Kiel í summar, og Óli Mittún spælir í løtuni sítt annað kappingarár í svenska felagnum úr Partille. 
 
- Óli er ein spælari, sum eg havi spælt saman við í nógv ár á ungdómslandsliðunum, og tað ger valið lættari at taka, sigur strikuspælarin, sum í løtuni spælir við H71. 
 
 
Ætlar sær longur 
 
Sum fleiri aðrir føroyskir hondbóltsspælarar, er Ísak Vedelsbøl framsøkin, og hann dylir ikki fyri, at hann ætlar sær at spæla á hægsta stigi. 
 
- Eg droymi um at spæla á størstu pallunum, og tað sær mann nú sum føroyingur, at tað kann mann gott. So nú verður tað Sävehof, og so verður tað víðari út í heim, sigur Ísak Vedelsbøl. 
 
Í morgun var fyrsti EM-tíðindafundurin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, og Ísak Vedelsbøl vónar, at fáa spælitíð í dystunum ímóti Slovenia, Norra og Póllandi komandi dagarnar, hóast hann er feskasti spælarin í føroyska hópinum. 
 
- Um og tá eg fái møguleikan, eri eg í hvussu er 100 prosent klárur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397