Innbrot í Listaskálanum

Innbrot í Listaskálanum
Politiið hevur stongt ein part av viðarlundini uttan um Listaskálan og biður fólk um ikki at ganga tann vegin
Fyribils bendir einki á, at nakað er tikið úr Listaskálanum. (Savnsmynd)
 
12.01.2024 - 08:19

Brotið var inn í Listaskálan klokkan trý korter til tvey í nátt.

Politiið kannar nú málið. 

Fyribils bendir einki á, at nakað er tikið.

Meðan kanningarnar eru, vil politiið ikki siga meira um málið, men vil fegin frætta frá fólki, um tey hava sæð okkurt við Listaskálan ella í viðarlundini í nátt.

Politiið hevur stongt ein part av viðarlundini uttan um Listaskálan og biður fólk um ikki at ganga tann vegin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011