Vilja hava tunnilin upp í Skúvoy

Vilja hava tunnilin upp í Skúvoy
Møguleikin fyri einum slíkum tunli kemur ikki fleiri ferðir, sigur Harry Jensen, fyrrverandi borgarstjóri
Nú verða undirskriftir savnaðar at fáa ein teym frá Suðuroyartunlinum til Skúvoyar. (Savnsmynd)
 
16.01.2024 - 09:36

Skúvoyingar eru farnir at savna saman undirskriftir fyri at tryggja, at tá - og um - Suðuroyartunnilin verður gjørdur, skal hann eisini koma upp í Skúvoy.

- Møguleikin fyri einum slíkum tunli kemur ikki fleiri ferðir, sigur Harry Jensen, fyrrverandi borgarstjóri í oynni.

 

Harry Jensen er fyrrverandi borgarstjóri í Skúvoy. (Savnsmynd)

 

Í desembur legði partafelagið Suðuroyartunnil fram uppskot um linjuføring.

Tá var sagt, at serlig atgongd til Skúvoy, tað er ein minni tunnil út frá høvuðsleiðini millum Suðuroy og Sandoy, fór at kosta 200 milliónir krónur at gera.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16012024_Skuvoy_og_tunnil

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928