Deild letur aftur og stjórin í FK fer frá

Deild letur aftur og stjórin í FK fer frá
Farið er undir eina tilgongd saman við Coop Danmark at skipa bygnaðin fyri Føroya Keypssamtøku av nýggjum.
Nýggjur bygnaður skal gerast fyri Føroya Keypssamtøku. (Savnsmynd)
 
16.01.2024 - 15:12

 

Deildin hjá Føroya Keypssamtøku í Saltangará letur aftur 31. januar, og avtala er gjørd við Súsonnu Poulsen, um at hon fer frá sum stjóri í FK.

Tað boðar Føroya Keypssamtøka frá í tíðindaskrivi fyri løtu síðani. 

Handilin í Saltangará hevur verið partur av Føroya Keypssamtøku síðani 1989, men seinastu árini hevur torført at fáa raksturin at bera seg, vegna hølis- og atkomuviðurskifti, og útlit eru ikki til, at vend kemur í raksturin.

Tí er avgjørt at steingja handilin, sigur Jákup Mørkøre, formaður í Føroya Keypssamtøku.

Øll 17 starvsfólkini í FK Saltangará, harav eitt er fulltíðarstarv, hava í dag fingið uppsagnarbræv.

 

Súsanna Poulsen hevur verið stjóri í FK síðani 1. juni í 2022. Nú verður hon serligur ráðgevi.

 

Fyribilsstjóri úr Coop

Í sambandi við arbeiðið at umskipa bygnaðin í Keypssamtøkuni, er avtala gjørd við Súsonnu Poulsen, um at hon fer frá sum stjóri í FK. Hon hevur verið stjóri síðani 1. juni 2022.

Nýggjur stjóri er Kristian Wolsing frá Coop Danmark, sum verður fyribilssettur stjóri. Hann hevur seinasta hálvtannað árið arbeitt sum rakstrarráðgevi hjá FK.

Súsanna Poulsen heldur fram sum serligur ráðgevi hjá FK, og skal vera við til at tryggja eitt skifti frá verandi støðu til nýggja bygnaðin. 

Jákup Mørkøre sigur, at farið er undir eina tilgongd saman við Coop Danmark at skipa bygnaðin fyri Føroya Keypssamtøku og tær seks deildirnar, sum eftir eru, av nýggjum.

Nevndarformaðurin sigur, at tørvur er á einum sterkum samstarvsfelaga, sum økja um leiðslu- og rakstrarførleikarnar, soleiðis at raksturin av FK kann bøtast og samtakið endurnýggjast.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862